Mynd: Biit dansurbólkur vitjar!
Ungdómsvirksemið, sum farið varð undir í Hoyvík í vár, heldur fram í heyst og tað fegnast Jógvan Arge formaður í mentamálanevnd Tórshavnar Býráð og Levi Mørk, leiðari, um
Hálvan mars var sum eina roynd farið undir tilboð til ungdóm í smábarnaskúlanum við Hoyvíkar skúla. Har hevur verið opið við ymiskum áhugaverdrum tilboðum til tey ungu mánakvøld og leygarkvøld.
Undirtøkan hevur verið sera stór. Áleið 100 ung í aldrinum 13 til 18 ár hava vitjað hvørt kvøld. Bæði ung og foreldur í Hoyvík hava verið sera fegin um tiltakið og hava vónað, at tað heldur fram eftir summarfrítíðina.
Mentamálanevndin hjá býráðnum hevur á fundi mikudagin gjørt av at játta 130.000 krónur til framhald av hesum neyðuga ungdómsvirksemi í Hoyvík eftir summarfrítíðina.
Tað er frítíðarskúlin í Hoyvík, sum stendur fyri hesum tilboðnum.
Levi Mørk, leiðari fyri ungdómshúsið, sigur, at tá ið tey byrja aftur í september, er ætlanin at hava diskotek eina ferð um mánaðin, tá ið vit byrja aftur.
Umhugsað verður eisini at býta aldursbólkarnar meiri sundur.
- Vit fara eisini at gera ymiskar reglar fyri teimun ungu og ein limalista. Vit hava eitt rúsfrítt umhvørvi og gera eitt fyribyrgjandi arbeiði við ungdómshúsinum og vit eru jú her fyri at fyribyrgja at herverk og annað ikki hóskandi atburður ikki henda, sigur Levi Mørk
torsdag den 3. juni 2010
Navnakapping hevur verið til ungdómshúsið í Hoyvík!
kelda. http://www.torshavn.fo/ 03. juni 2010 Skjótt verður nýtt navn til ungdómshúsið í Hoyvík avdúkað. Mentamálanevndin hevur avrátt, at virksemið skal halda fram og kemur á fíggjarlógina frá l. januar 2011.
Royndir hava verið gjørdar við ungdómsvirkseminum seinastu tríggjar mánaðirnar. Royndirnar hava hepnast sera væl og eini hundrað ung hava vitjað, hvørjaferð opið hevur verið.
Verulig gongd kemur aftur á virksemið eftir 1. september. Meira fæst at vita um virksemið á:
Facebook: Ungdómsvirksemi í Hoyvík
ella á: Heimasíðuni:http://www.unghoy.blogspot.com/
http://www.torshavn.fo/Default.aspx?pageid=37&NewsItemID=2224
Dansibólkurin Biit, á pallinum í ungdómshúsinum.
Tað var eitt fragd fyri eygað hjá okkum at uppliva dansibólkin Biit framføra í ungdómshúsinum mánakvøldið 31. maj. 2010. Tey ungu tóku væl ímóti teimun og stemningurin var í top.
tirsdag den 30. marts 2010
Vit takka fyri gávur og nógva hjálp!
Fólk hava verið sera gávumild um hesa nýggju verkætlan. Vit hava fingið 3 teldur frá Badmintonhøllini og tær vera nú væl brúktar av teimun ungu. Eisini fingu vit ein telduskerm frá Televarpinum, sum tey skuldu koyra burtur. Eisini hevur Barna og Ungdómsdeildin, stuðla okkum við at gjalda fyri Oniontree, sum spældi fyrsta kvøldið. Vit eru eisini takksom fyri hjálpina sum Margarinfabrikkin hevur givið okkum, síðani vit lótu upp fyri ungdóminum, teir lótu okkum læna tónleika útgerð. Annars takka vit øllum hinum, sum hava hjálp til og sum ikki eru nevnd, men tey eru ikki gloymd. Vit eru tykkum øllum sera takksom.
Sera stór undirtøka millum tey ungu
Vit hava havt opið síðan 15 mars 2010 og undirtøkan millum tey ungu hevur verið sera stór. Fyrsta kvøldið hin 15 mars vóru 111 ung og vitjaðu. Annað kvøldið var leygarkvøld 20 mars var talið omanfyri 120. Líka góð undirtøka var mánakvøldið 22. mars, har talið av teimun ungu, sum vitjaðu var omanfyri 130 ung og nú skúlanar hava páskafrítíð vóru yvir 80 ung og hugnaðu sær leygarkvøldið 27.03.2010.
Vit halda nú páskafrítíð og vit brenna á aftur 10. apríl.
Uppskot um navn til Ungdómshúsið.
15.mars. 2010.
Ása, Barbara, Gurið, Dagmar,Tórunn, Katrin og Anna, frá Hoyvíkar skúla eru komin til okkara við uppskoti til navn til ungdómshúsið, vit hava valt at øll skulu fáa møguleikan at koma við navnið og ætlanin er at útskrivað navnakapping millum tey ungu. Havast skal í huga, at enn er hetta ein royndarverkætlan uppá 3 mánaðir.
www.mess.fo hevði samrøða við Levi Mørk og Bjørg Danielsen
Ungdómshúsið í Frítíðarskúlanum lat upp í í gjárakvøldið. Undirritaði var og tosaði við Levi Mørk og Bjørg Danielsen, og setti teimum nakrar spurningar.
Hvussu ber tað til at tit hava opnað eitt ungdómshús í Frítíðarskúlanum í Hoyvík?
Tí, tað er so stórur tørvur á hølum til ung millum 13 og 18 ár. Margarinfabrikkin liggur so langt burtur, og tey í Hoyvík hava onga aðrastaðni at fara. Eisini er tað gott hjá ungdóminum at koma út í millum onnur ung.
Hví er Ungdómshúsið bara til ung millum 13-18 ár?
Vit halda at tey ungu mangla støð at fara í, og vit vilja gjarna geva teimum eitt rúsfrítt stað, har tey kunnu hugna og stuttleika sær. Ung, ið eru blivin 18 ár hava onnur støð at fara.
Hví skal húsið verða rúsfrítt?
Tað er tídningarmikið fyri okkum at fyribyrgja tey ungu. Tvs. at vit vilja gera so nógv sum gjørligt fyri at kunnað tey um hvussu ósunt alkohol, sigarettir o.a er.
Hvussu leingi hava tit arbeitt uppá ungomshúsið?
Vit fingu ikki a vita fyrr enn 03.03 í ár, at tað var møguligt at skapa eitt ungdómshús, so vit hava gjørt skjótt av. Enn er ikki alt komið uppá pláss, men tey ungu skulu eisini sleppa at seta sítt preg á húsið, so tey kunnu føla seg væl.
Hvat er endamálið við húsinum?
At tey ungu skulu hava eitt stað at fara til. At fáa tey ungu at socialisera seg, ístaðin fyri at sita inni alt kvøldið framman fyri einum skíggja, kunnu tey koma oman í ungdómshúsið, at vera saman við øðrum við somu áhugamálum. Eisini er eitt av høvuðsmálinum at forða ungdóminum at detta í rúsevni. Tá tað gongur illa í einum samfelag, er tað oftað tey ungu ið verða gloymd, og tey kunnu tí koma í truplar støður, og vit vilja gjarna hjálpa teimum áðrenn tað kemur so langt.
Hvat kunnu tey ungu hugna sær við har?
Vit hava teldur, við nógvum spølum, playstation, internet, sofur har ein kann slappa av í, og eisini hevur ungdómshúsið leiga høllina einaferð um vikuna, har tey ungu kunnu sleppa at spæla hockey ella onnur líknandi spøl, ið tey hava hug til.
Hevur ungdómshúsið einki navn fingið enn?
Nei, ikki enn. Men vit rokna við at tað fer at koma skjótt. kathrina@mess.fo

Abonner på:
Kommentarer (Atom)